IRF sendir jarn til endurnýtslu Í hesi vikuni hevur IRF avskipað jarn frá jarnplássinum á Gjánoyri. Talan er um næstan 1000 tons, sum eru seld til Stena í Grenaa. Jarnið verður alt endurnýtt. Tað er íslendski bátin, Haukur, ið siglir farmin til Danmarkar.