IRF skal gera stórar útbyggingar

Brennistøðin á Hagaleiti varð tikin í nýtslu í 1989, og neyðug er nú at gera fleiri um- og útbyggingar. Endamálið er at vaksa munandi um brenniorkuna og at betra um umstøðurnar til móttøku og skiljing av burturkasti á Hagaleiti.

Á Brennistøðini er verandi heittvatnsketil útslitin og má skiftast skjótast til ber. Livitíðin varð søgd at vera 15 ár, men hann gongur nú á 26. ári.

Nakrar ferðir í síðstuni hevur verið neyðugt at steðga í styttri tíð, tí ymiskir feilir hava verið við heittvatnsketlinum. Hetta hevur ført við sær, at neyðugt hevur verið at gjørt avtalu við Brennistøðini í Havn at brenna nakað av burturkasti fyri IRF.

Nøgdirnar av burturkasti eru eisini vaksnar nógv síðstu árini, og er tí neyðugt at gera nakað.

Nú verður arbeitt nógv meira við at endurvinna ruskið, og tí er eisini neyðugt at fáa munandi betri umstøður til móttøku av burturkasti til Brennistøðina. Ætlanin er tí at fáa eina móttøkuhøll.

Ein onnur stór avbjóðing er alt háorkuburturkastið, sum í dag verður brent. Talan er millum annað um plastik. Ætlanin er at gera munandi meira við at endurnýta hetta.

Møguliga skulu nakrir partar av ovninum eisini skiftast út og ymiskt annað gerast.

– Í longri tíð hevur leiðslan á Brennistøðini fyrireika hesa útbyggingina. Nú verður arbeitt við at fáa tilboð inn og at gera avtalur við veitarar, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

Eftir ætlan verður umbyggingin framd í seinnu helvt av 2017 og fyrru helvt av 2018.