IRF hevur skrivað undir sáttmála við Boilerworks í Danmark um nýggjan heittvatnsketil. Nú verða ymisar fyrireikingar gjørdar, og ketilin verður skiftur á vetri 2018.
28 ára gamli heittvatnsketilin á Brennistøðini á Hagaleiti verður nú skiftur út. Ketilin, ið varð tikin í nýtslu, tá ið Brennistøðin byrjaði í 1989, varð annars sagdur at hava eina livitíð á 15 ár. Men nú verður hann so langt um leingi skiftur út.
Í heyst og tíðliga í vetur skulu ymsar fyrireikingar gerast, og 12. februar 2018 verður ovnurin steðgaður, og ketilin skiftur. Frá mitt í apríl verður nýggi ovnurin royndarkoyrdur og ymisar tillagingar skulu gerast. Eftir ætlan verður brent aftur í fullari styrki frá august næsta ár.
Hóast tað eina tíð næsta ár ikki verður brent á Hagaleiti, so verður alt ruskið tó savnað inn. Tað verður pakkað inn í ballir, og so brent, tá ið ovnurin koyrir aftur.
Nýggi heittvatnsketilin verður munandi effektivari enn verandi. Við verandi ketli verður brent umleið 60 tons um døgnið. Væntað verður, at við nýggja ketilinum fer IRF at brenna umleið 75 tons um døgnið. Verandi ketil má eisini steðgasta sættu hvørja viku og reinsast. Nýggi ketilin kann koyra út í eitt í 11 mánaðir uttan at steðga, áðrenn hann skal reinsast.
Samlaða íløgan er omanfyri 40 milliónir krónur. Harumframt skulu eisini nakrar aðrar útbyggingar gerast á Brennistøðini.
Tað er Boilerworks í Danmark, ið er veitari av nýggja heittvatnsketlinum. Rambøl, ið hevur ráðgivið IRF øll árini, hevur aftur hesaferð verið ráðgevi hjá IRF í sambandi við sáttmálan við Boilerworks.