IRF við nýggjum føroyskum tilfari til børn um umhvørvi og burturkast

IRF arbeiðir støðugt við at menna tilfar, sum økir vitanina hjá børnum og ungum um umhvørvis- og burturkastøkið. Í hesum sambandi hevur IRF gjørt eitt blað, sum er ætlað miðdeild í fólkaskúlanum. Blaðið hevur til endamáls at fáa børnini at hugsa meira um umhvørvi, endurvinning og endurnýtslu.

Tilfarið verður latið børnum, sum koma á vitjan hjá IRF, og harumframt bjóðar IRF øllum 5. flokkum í limakommununum at fáa blaðið sum ískoytistilfar, tá ið undirvíst verður innan umhvørvisøkið. Tilfarið fæst bæði í prentaðari útgávu og sum teldutøk útgáva við meira livandi grafikki.

Tilfarið kann bíleggjast við at senda ein teldupost til samskifti@irf.fo, og vitjan kann bíleggjast her.

Møguleiki er eisini at taka tilfarið niður:

IRF-blaðið at blaða í

IRF-blaðið at prenta

Frammanundan hevur IRF gjørt tilfar til yngru børnini, sum verður bjóðað fram til forskúlar og skúlabólkar. Les meira her.