Køliskáp og frystiboksir verða endurnýtt

IRF ynskir at endurnýta alt, ið kann endurnýtast. Gomul køliskáp og gamlar frystiboksir verða sendar til fyritøku í Danmark, og har verður alt, ið kann endurnýtast, endurnýtt.

Á endurnýtsluplássunum/bingjuplássunum kring landið ber til at lata nógv ymiskt inn til endurnýtslu. Eisini gomul køliskáp og frystiboksir. Hetta verður sent víðari til Danmarkar.

Í fjør sendi IRF 63 tons av køliskápum og frystiboksum til endurnýtslu.

Tey vandamiklu evnini verða tikin úr, áðrenn tilfarið verður knúst í serligum maskinum og brúkt umaftur til aðrar lutir.

IRF gleðist um, at fólk eisini hugsa um endurnýtslu, tá ið hesir lutirnir verða latnir inn. Samstundis heita vit á borgararnar um at tøma fyri matleivdir og vaska skápini og boksirnar, áðrenn tey verða latnar inn.