KT-supportari til IRF

image_pdf


Hevur tú áhuga fyri KT og at veita support? Og trívist tú við at arbeiða í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? So er hetta starvið nakað fyri teg!

IRF leitar eftir einum fakliga sterkum og ábyrgdarfullum KT-fólki, sum bæði kann røkja, menna og hava ábyrgd av allari KT-útgerð og skipanum hjá felagnum. Sum KT-supportari samskiftir tú við flest øll starvsfólk hjá IRF og okkara KT-veitarar. Tú verður somuleiðis partur av KT-verkætlanum, sum skulu fremjast komandi árini.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um praktiska KT-hjálp til starvsfólk og viðlíkahald av teldu- og stýrisskipanum, ið verða brúktar til dagligan rakstur og umsiting. Í IRF nýta vit skipanir so sum TARP, Dynamics 365 Business Central, Totalview, LøttLøn, Nema journal, Microsoft 365, Intra, Salto, o.a.

Arbeiðsuppgávur
Sum KT-supportari verður tú partur av dagliga rakstrinum í IRF og fert m.a. at hava ábyrgd av at:

  • veita starvsfólkum KT-hjálp m.a. við vegleiðing yvir telefon, andlit til andlits og í bilum og á móttøkustøðum
  • umsita brúkarar og brúkaraatgongd
  • seta upp, klárgera og viðlíkahalda teldur, fartelefonir og prentarar o.l.
  • hava 1. level support av øllum KT-skipanum hjá IRF og vera millumlið við okkara veitarar av KT-kervi og øðrum KT-skipanum
  • Finna og rætta feilir í KT-skipanum og útgerð
  • tryggja góðar og skjótar arbeiðsgongdir millum KT-loysnir og tekniska raksturin
  • ráðgeva og hjálpa fyrisitingini at viðgerða hagtøl  
  • loysa aðrar fyrifallandi uppgávur, sum hoyra til økið

Førleikar
Vit leita eftir tær, sum hevur:

  • útbúgving sum KT supportari ella samsvarandi útbúgving
  • lætt við at samstarva og góð evnir at samskifta og vegleiða
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og hava yvirlit
  • royndir innan KT-rakstur, skipanarumsiting ella KT-verkætlanum
  • praktiskan førleika at skilja og arbeiða við tøkni – eisini har KT og mekanisk/elektrisk tøkni møtast

Vit bjóða tær

  • eitt fjølbroytt og týdningarmikið starv, har tú ert við at tryggja dag­ligan rakstur av týdningarmiklum innanhýsis skipanum
  • møguleikan at menna KT-økið hjá IRF
  • eitt arbeiðspláss við stórum samfelagsligum týdningi, og sum gongur á odda á burturkastøkinum

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Tú hevur tilvísing til fíggjarleiðaran hjá IRF. Starvsstaðurin er á Hagaleiti í Lerivík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og viðkomandi avvarðandi yrkisfelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi 6. januar 2026
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jóhannus Danielsen, fíggjarleiðara, á tlf. 234216.

Søk starvið HER.

Um IRF

IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í 2024 tók IRF ímóti og viðgjørdi 36.000 tons av burturkasti, harav 8.700 tons vórðu endurvunnin og 3.600 tons vórðu tyrvd.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.