Í komandi viku er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.
Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir hvítusunnu og ikki fríggjadag.
Undantøk:
Innsavningin av húsarhaldsposum í Syðrugøtu, Norðragøtu, við Gøtugjógv, í Runavík, Saltangará og á Glyvrum, verður ikki forskotin ein dag, og posarnir verða tí heintaðir mikudagin 26. mai, sum vanligt er.
Húsarhaldsposarnir í Klaksvík, Kunoy, Haraldssundi og Ánunum verða heintaðir hósdagin 27. mai, sum vanligt er.
Á Nesi, Toftum og Saltnesi verða húsarhaldsposarnir vanliga heintaðir týsdag, men í komandi viku verða teir heintaðir hósdagin 27. mai í staðin.
Húsarhaldsposarnir í Miðvági og Sandavági, ið vanliga verða heintaðir mánadag, verða heintaðir mikudagin 26. mai í staðin.
Á Skála, Strondum og Innan Glyvur verða húsarhaldsposarnir vanliga heintaðir mikudag, men hesa vikuna verða teir heintaðir fríggjadagin í staðin.
Húsarhaldsposarnir í Fuglafirði og á Kambsdali, ið vanliga verða heintaðir týsdag, verða heintaðir hósdagin 27. mai í staðin.
Á Sandoynni verður innsavningin sum vanligt og ikki forskotin ein dag.