Broytingar í meginøkinum
Allir húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir hósdag, verða í páskavikuni heintaðir mikudagin, 8. apríl.
Húsarhaldsposarnir í Syðrugøtu verða heintaðir týsdagin, 7. apríl, og ikki mikudag, sum vanligt er.
Broytingar í Suðuroy
Mánadagin, 6. apríl: Allir gráir húsarhaldsposar í norðaru helvt av Suðuroynni verða heintaðir
Týsdagin 7. apríl: Allir gráir húsarhaldsposar í sunnaru helvt av Suðuroynni verða heintaðir
Mikudagin 8. apríl: Allir hvítir posar í sunnaru helvt av Suðuroynni verða heintaðir
Vit mæla framvegis til, at tit fylgja tilmælunum niðanfyri:
- Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
- Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.
- Hugsið um hondreinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
- Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
- Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.