Grái og hvíti posin

Broytingar í innsavningini undan páskum

Broytingar í meginøkinum

Húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir hósdag, verða í hesa vikuna heintaðir mikudagin 5. apríl.

Húsarhaldsposarnir í Syðrugøtu, Norðragøtu, við Gøtugjógv, á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir týsdagin 4. apríl, og ikki mikudag, sum vanligt er.

Á Toftum, Nesi, í Saltnesi, Fuglafirði og á Kambsdali verða húsarhaldsposarnir heintaðir mikudagin 5. apríl, og ikki týsdag, sum vanligt er.

 

Broytingar á Sandoynni

Húsarhaldsposarnir á Sandi og Skarvanesi verða heintaðir mikudagin 5. apríl.