Grái og hvíti posin

Innsavningin eftir páskir

Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.

Undantøk:

Húsarhaldsposarnir, sum vanliga verða heintaðir hósdag, verða eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.

Húsarhaldsposarnir á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Syðrugøtu, Norðragøtu, við Gøtugjógv, í Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir mikudagin 3. apríl, sum vanligt er.

Húsarhaldsposarnir á Toftum, Nesi, í Saltnesi, Fuglafirði og á Kambsdali, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða hesa vikuna heintaðir hósdagin 4. apríl.

Á Sandoynni verður innsavningin skipað sum vanligt og ikki forskotin ein dag.