Vikuna eftir páskir verða húsarhaldsposarnir heintaðir soleiðis í hesum økjum:
Týsdagin 22. apríl
- Í Hósvík, í Hvalvík, í Saksun, í Streymnesi, á Langasandi, í Haldórsvík og í Tjørnuvík
- Í Funningsfirði, í Funningi, við Gjógv, í Elduvík, í Oyndarfirði, á Hellunum og í Skálafirði
- Á Stykkinum, í Kvívík, á Válinum, í Leynum og á Skælingi
- Í Vestmanna
- Í Sandavági, í Miðvági og í Vatnsoyrum
- Í Sørvági, í Bø og í Gásadali
Mikudagin 23. apríl
- Undir Gøtueiði, á Skipanesi, í Søldarfirði, í Lamba, í Rituvík og í Æðuvík
- Í Kolbeinagjógv, í Morskranesi og á Selatrað
- Á Oyrarbakka, á Oyri og við Norðskála
- Í Svínáum, við Ljósá og á Eiði
Hósdagin 24. apríl
- Í Fuglafirði og á Kambsdali
- Í Saltnesi, á Toftum og á Nesi
- Á Norðoyri, í Ánunum og í Árnafirði
- Í Haraldssundi og í Kunoy
- Í Depli, á Norðtoftum og í Hvannasundi
- Á Viðareiði
Alla aðrastaðnis verða húsarhaldsposarnir heintaðir sum vanligt.