Kunning Sandoy: Nýggjar rutur á Sandoynni

Innsavningin hjá IRF á Sandoynni verður frá nú av skipað eitt vet øðrvísi.

 

Innsavning av posum frá húsarhaldum

Frá komandi viku at rokna (viku 38) verða allir húsarhaldsposarnir hjá IRF heintaðir týsdag. Hetta er galdandi fyri gráa, hvíta og reyða posan.

Í hesum sambandi vilja vit eisini nýta høvið at vísa á reglugerðina, sum er galdandi fyri ruskstativ og posar í øllum økjunum hjá IRF. Les meira her.

 

Virkir og bingjupláss

Spannir hjá virkjum verða nú fast tømdar týsdag.

Spíssbingjur hjá virkjum og bingjuplássum verða nú altíð tømdar hósdag.

Papp frá virkjum og bingjuplássum verður framvegis tikið fyrsta fríggjadag í mánaðinum.