Grái og hvíti posin

Nógvar broytingar í innsavningini hesa vikuna

 

Vegna veður eru fleiri broytingar í innsavningini av gráum posum hesa vikuna.

Tað hevur ikki verið møguligt hjá fólki okkara at taka allar teir gráu posarnar mánadag og týsdag, og roknast kann við fleiri seinkingum í vikuni.

Vit royna at koma runt allastaðni í vikuni, men um hetta ikki hilnast, vísa vit til tey kommunalu endurnýtsluplássini, har grái posin kann latast. Eisini ber til at seta ein eyka posa út í komandi viku, soleiðis at bilurin hjá okkum tekur tveir gráar posar.

Eisini kann roknast við broytingum í innsavningini av vinnuburturkasti hesa vikuna.

Vit vóna, at tit halda okkum til góðar og vísa starvsfólki okkara tolsemi.