Vegna sera vánalig koyrilíkindi kring alt landið eru flestu bilarnir hjá IRF steðgaðir fyri í dag.
Einki burturkast frá vinnuni verður tikið í dag, og innsavningin av húsarhaldsposum í Klaksvík er nógv tarnað.
Alla vikuna hevur innsavningin verið nógv ávirkað av veðrinum og eisini av tekniskum trupulleikum.
Klaksvík: Vit heita á borgararnar í Klaksvík um ikki at seta gráar posar út í dag, tí stórur møguleiki er fyri, at teir koma at standa eftir.
Vit vóna, at tolsemi verður víst arbeiðsfólki okkara hesa ársins tíð, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru alt annað enn góðar.