Vegna veður er ongin innsavning mikudagin 31. januar. Hetta merkir, at húsarhaldsposar ikki verða heintaðir og heldur ikki burturkast frá vinnuni.
Væntast kann, at innsavningin verður ávirkað restina av vikuni, og tí heita vit á borgarar um ikki at seta posarnar fram við vegnum, men altíð hava teir standandi í stativinum.