Páskir: Broytingar í innsavningini

Í sambandi við páskahøgtíðina, tvs. á páskum og eftir páskir, eru broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum. Soleiðis verða húsarhaldsposarnir heintaðir komandi tvær vikurnar í hesum økjum:

Í meginøkinum

Mánadag 30. mars:

  • Eiði, Ljósá, Svínáir
  • Norðskáli, Oyrarbakki, Oyri

Týsdag 31. mars:

  • Skála, Innan Glyvur
  • Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík
  • Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðragøta, Leirvík
  • Sandoy

Mikudag 1. apríl:

  • Strendur
  • Kambsdalur, Fuglafjørður
  • Norðoyri, Klaksvík

Týsdag 7. apríl:

  • Stykkið, Kvívík, Válur, Vestmanna, Leynar, Skælingur
  • Gásadalur, Bøur, Sørvágur, Vatnsoyrar, Sandavágur, Miðvágur
  • Hósvík, Saksun, Hvalvík, Streymnes, Langasandur, Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv
  • Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Skálafjørður, Oyndarfjørður, Hellur

Mikudag 8. apríl:

  • Undir Gøtueiði, Skipanes, Søldarfjørður
  • Saltnes, Toftir, Nes
  • Sandoy

Hósdag 9. apríl:

  • Strendur
  • Kambsdalur, Fuglafjørður

Alla aðrastaðnis í meginøkinum verða húsarhaldsposarnir heintaðir sum vanligt.

Í Suðuroy

Mánadag 30. mars: Froðba, Hvalba, Sandvík, Hov, Porkeri

Týsdag 31. mars: Vágur, Lopra, Akrar, Sumba

Mikudag 1. apríl: Hvítir posar sunnara helvt

Alla aðrastaðnis í Suðuroy verða húsarhaldsposarnir heintaðir sum vanligt.

Vikuna eftir páskir verða húsarhaldsposarnir í Suðuroy heintaðir dagin eftir vanligu innsavningina.

 

IRF ynskir øllum einar gleðiligar páskir!