Reinsitænastan hjá IRF byrjar í komandi viku (viku 46) at tøma rottangar í Sjóvar kommunu.
Byrjað verður á Selatrað, og síðan verður farið til Morskranes, Kolbeinagjógv, Strendur og Innan Glyvur.
IRF heitir á fólk í bygdunum um at tryggja:
- at tangin er lættur at koma til
- at tað er grivið væl frá rundan um lokið
- at lokið er væl fest, men lætt at loysa
- at lokið er trygt og heilt
- at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt
Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta her.
Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.
Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.