Fyri veður verða gráu húsarhaldsposarnir í Sumba, Lopra, Økrum og Vági ikki heintaðir í dag, men ístaðin í morgin, tórsdagin 9. januar.
Hvítu posarnir í sunnaru helvt av oynni verða heintaðir fríggjadagin, 10 . januar, og ikki tórsdagin 9. januar, sum tað stendur í IRF-álmanakkanum.
Gevið gætur: Tá ið hált og kavi er, er tað týdningarmikið at hava í huga, at gonguleiðin til ruskstativið skal vera ruddað og trygg hjá innsavningarfólkinum at ganga á.