Fyri veður verður hvíti posi í sunnaru helvt av Suðuroy ikki heintaður í dag, men í morgin fríggjadagin 9. januar. Talan er um hesar bygdir: Hov, Porkeri, Vágur, Lopra, Akrar og Sumba.
Gevið gætur: Tá ið hált og kavi er, er tað týdningarmikið at hava í huga, at gonguleiðin til ruskstativið skal vera ruddað og trygg hjá innsavningarfólkinum at ganga á.