Kavi stativ

Suðuroy: Húsarhaldsposar verða ikki heintaðir týsdag

Vegna framhaldandi vánalig koyrilíkindi er eingin innsavning av húsarhaldsposum í Suðuroy í dag, týsdag. í gjár vórðu posarnir heldur ikki heintaðir vegna veður.

Verður tín posi ikki heintaður hesa vikuna, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku, ella tú kanst fara á kommunala endurnýtsluplássið við posanum hesa vikuna.

Vegna veður kann væntast, at innsavningararbeiðið verður nógv tarnað alla hesa vikuna. Vit vóna, at tit halda okkum til góðar og vísa starvsfólki okkara tolsemi.