Trøllavík

Suðuroy: Støðin í Trøllavík latin aftur

Vegna verkfall ber ikki til hjá IRF-støðini í Trøllavík at taka ímóti meira burturkasti. Tað vil siga, at frá í dag av, ber ikki longur til hjá borgarum og fyritøkum í Suðuroy at koma til Trøllavíkar við ruskinum.

Víst verður annars til tíðindaskrivið hjá IRF við góðum ráðum um ruskið undir verkfallinum.