Maður hjá IRF illa skorin

Ein maður hjá IRF varð í dag raktur av knívi ella øðrum hvøssum luti og illa skorin í annað beinið. Óhappið hendi, tá ið hann savnaði ruskposa inn frá privatum húsarhaldi, har okkurt hvast lá í. Maðurin varð seymaður hjá kommunulækna.

IRF vísir á, at maðurin eins væl hevði kunnað stungið seg aðrastaðni og fingið mein fyri lívið, um hann varð raktur øðrvísi.

IRF heitir staðiliga á øll viðskiftafólk síni um at hugsa seg væl um, hvat tey lata í ruskposan, so tílíkt ikki endurtekur seg. Knívar og størri hvassir lutir skulu latast á kommunalu bingjuplássini. Aðrir lutir, so sum brotnar krukkur og tílíkt, skulu pakkast  væl inn, áðrenn teir verða latnir í posan.