Magnus Rasmussen vitjað IRF

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur í dag verið á vitjan hjá IRF á Hagaleiti.

Saman við Hilmari Høgenni og Høgna Iversen frá umhvørvis- og vinnumálaráðnum, vitjaði landsstýrismaðurin í dag IRF á Hagaleiti. Byrjað varð við einari framløgu um virksemið hjá IRF, og síðani vóru gestirnir vístir runt úti á Hagaleiti – á brennistøðini, í móttøkuhøllini, í endurvinningarhøllini, á oljureinsiverkinum og í serhøllini.

Oljureinsiverkið hjá IRF varð sett á stovn sum eitt landspolitiskt átak fyri at fyribyrgja hav- og náttúrudálking í og kring Føroyar. Áðrenn hetta var eingin skipað móttøka av spillolju og oljudálkaðum vatni í Føroyum.

Í fjør tók oljureinsiverkið hjá IRF ímóti 5.864 tonsum av spillolju og oljudálkaðum vatni. Samanlagt reinsaði og seldi verkið 1.897 tons av olju í 2021. Tað oljudálkaða vatnið verður eisini reinsað og síðan latið á sjógv.

Tænasturnar hjá oljureinsiverkinum verða veittar øllum landinum, ikki bert limakommununum hjá IRF. Øll í Føroyum fáa sostatt ágóðan av verkinum, hvørs endamál er at fáa sum mest inn av spillolju og oljudálkaðum vatni, soleiðis at tað ikki endar í náttúruni.

IRF takkar Magnusi og umhvørvis- og vinnumálaráðnum fyri vitjanina.