Mekanikari/smiður til verkstaðið í Klaksvík

image_pdf

Dámar tær at umvæla og viðlíkahalda bilar? So hava vit møguliga eitt starv til tín. Vit søkja eftir einum mekanikara/smiði til bilverkstaðið hjá IRF í Klaksvík.

Arbeiðið inniber í høvuðsheitum at umvæla og viðlíkahalda bilar, maskinur og bingjur hjá IRF. Bilarnir koma inn á verkstaðið til regluligt viðlíkahald, umframt at brek og umvælingar verða gjørd.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.

  • at umvæla brek á bilum, maskinum og bingjum
  • at útinna regluligt viðlíkahald av bilum
  • skráseting og avgreiðsla av innkomnum uppgávum
  • móttøka av bilvrakum
  • aðrar líknandi uppgávur

Vit vænta av tær, at tú hevur:

  • útbúgving sum mekanikari ella smiður
  • royndir við at arbeiða upp á lastbilar og maskinur
  • góð samstarvsevnir, men eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • góðan røkiskap

Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til hydraulikk og elektroniskar skipanir, og um tú hevur stóra koyrikortið.

Vit bjóða

Vit bjóða tær eitt spennandi starv við avbjóðandi uppgávum, ið tú saman við starvsfeløgunum á verkstaðnum, ert við til at loysa. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Uppmøtingarstaðurin er á verkstaðnum hjá IRF í Klaksvík.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja er í seinasta lagi sunnudagin 7. juni 2026

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petur Højgaard, deildarleiðara, á tlf. 234254, ella Andrias Joensen, tekniskan leiðara, á tlf. 234214.

Les meira og søk við at viðfesta umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum HER.

Um IRF

IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Alt virksemið hjá IRF er ISO-14001 góðkent umframt at vit hava serstaka góðkenning fyri at hava sett heimsmálini hjá ST í verk. Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í seks av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og hann útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Við ISO-góðkenningunum átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning, viðgerð og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum. IRF hevur vunnið Verdensmålsprisen 2026.