Nær við 100% endurnýtsla á Spilloljuverkinum

Av teim 4213 m³ av spillolju og oljudálkaðum vatni, sum komu inn til Spilloljuverkið í farna ári, eydnaðist tað IRF at endurnýta heili 99% av tí, sum var móttikið. Tað síðsta prosentið var óreinska, sum ikki kann endurnýtast, og sum var brend á Brennistøðini hjá IRF.

IRF fær spillolju og oljudálkað vatn inn til reinsingar. Av endurnýtsluni á Spilloljuverkinum var sostatt 64% reinsað vatn, sum varð leitt út aftur í náttúruna, meðan 35% var reinsað spillolja, sum varð seld til endurnýtslu.

Endurnýtslutølini hjá Spilloljuverkinum hjá IRF fáast neyvan nógv betri enn hetta, og er IRF sera væl nøgt við gongdina.