Ongantíð áður í søguni hjá IRF eru so stórar nøgdir av burturkasti komnar inn. Í seinastu viku fekk IRF 718 tons at brenna. At samanlíkna við, brennur IRF vanliga 18.000 tons um árið.
Nøgdirnar eru so stórar, at vit í løtuni ikki megna at brenna undan. Ovnurin á Brennistøðini hjá IRF brennur umleið 60 tons um dagin. Í seinastu viku fekk IRF 102 tons inn um dagin.
Í løtuni kann tað tí verða trupult at sleppa av við burturkastið, bæði hjá vinnu og kommunum um landið, tí allar goymslur eru fullar, frá norðast til sunnast.
Støðan er íkomin av methøgu nøgdunum av burturkasti í ár, samstundis sum IRF hevur havt nógvar tekniskar trupulleikar av gamla ketlinum, sum verður útskiftur komandi vár. Harafturat hevur IRF skerdan møguleika at lata burturkast til brenningar hjá KB í Tórshavn, tí Brennistøðin í Tórshavn hevur verið rakt av eldi og tekniskum brekum seinastu mánaðirnar.
Vit vóna, at fólk bera yvir við hesa serstøðu, IRF er komið í, og vísa tolsemi móti starvsfólki okkara, sum gera alt tey eru ment at hjálpa viðskiftafólki okkara.
Leiðslan hjá IRF arbeiðir við at finna eina loysn, til at lætta um støðuna.