Ofta spurdir spurningar

Hví verða glaskrukkur ikki endurnýttar í Føroyum?

Glaskrukkur frá húsarhaldum verða í dag brendar saman við vanliga húsarhaldsruskinum.

Fyri nøkrum árum síðani var farið undir eini roynd í IRF-økinum at savna inn glas til endurnýtslu, men tað vísti seg at vera sera trupult at sleppa av við glasið hjá útlendsku endurnýtslumóttakarunum, tí tað innsavnaða glasið var alt ov skitið. Hetta er ein av orsøkunum til, at innsavningin av glasi til endurnýtslu varð steðgað.

Harumframt kannaði COWI fyri nøkrum árum síðani, hvørji umhvørvisárin eru av at ávikavist endurnýta og brenna glaskrukkur. Kanningin varð gjørd fyri Brennistøðina í Tórshavn. Niðurstøðan hjá COWI var, at tað er meira dálkandi fyri umhvørvið at sigla glaskrukkurnar uttanlanda til endurnýtslu, enn hvat tað dálkar at brenna tær. Av tí at glas er gjørt úr vatni og sandi, viðførir tað ikki dálking at brenna tað. Hetta er onnur orsøk til, at IRF valdi at brenna glaskrukkur, heldur enn at endurnýta tær.

Jarnlokini á glaskrukkunum skulu tó brennast. Takið lokini av krukkunum og latið hesi til jarnendurnýtsluna á kommunala bingjuplássinum (saman við t.d. skolaðum matvørublikkum og øðrum smájarni úr húsarhaldinum).

 

Hví verða dekk ikki send til endurnýtslu?

IRF sendir ikki dekk av landinum til endurnýtslu, og er orsøkin, at tað tíverri er alt ov kostnaðarmikið. Í eitt nú Danmark fáa brennistøðirnar stuðul frá landinum til at senda dekk til endurnýtslu. Tað fáa brennistøðirnar í Føroyum ikki.

Hjá IRF verða øll dekk brend, uttan traktordekk sum verða tyrvd í mold á umhvørvisgóðkendum plássum. Roykurin frá forbrenningini verður væl reinsaður, áðrenn hann fer út, soleiðis at virksemi ikki dálkar umhvørvið.

Tað ber ikki til at siga, júst hvussu nógv dekk koma inn til IRF árliga, og kemst hetta av, at dekkini verða skrásett sum «háorkuburturkast» saman við øðrum háorkuburturkasti.

Er umhvørvisdálking ein álvarsligur trupulleiki í Føroyum?

Umhvørvisdálking er eitt álvarsligt mál, bæði í Føroyum og í einum altjóða høpi.
Tó er tað soleiðis, at tað í ávísum pørtum av heiminum verður gjørt sera lítið við at minka um dálkingina – nógv minni enn hvat vit gera í Føroyum.
Áleið 60% av allari plastdálking kemur sum dømi frá Kina, Indonesia, Filippinunum Theilandi og Vietnam. Orsøkin er, at hesi lond hava havt ein stóran fíggjarligan vøkstur, sum ger, at fólkini nú hava ráð at keypa meira, og tí eru farin at framleiða nógv meira rusk enn áður. Tíverri hava hesi lond ikki somu umhvørvisvinarligu hættir at burturbeina ruskið hjá sær, sum vit í Føroyum hava, og tí endar tað við at verða blakað í havið ella í áir. Í stuttum kann sigast, at tey gera tað, sum vit gjørdu fyrr í Føroyum, áðrenn IRF varð sett á stovn fyri at verja umhvørvið.

Hví varð IRF sett á stovn?

IRF varð sett á stovn fyri skjótt 40 árum síðani, hin 19. mars 1979. Tá var tað vanligt, at øll blakaðu alt burturkast út í náttúruna. Man koyrdi burturkastið ”á Bukkvald” ella ”á Vestfallið”, sum tað oftani varð tikið til, og tað merkti at blaka tað í eina rúgvu úti við havið og seta eld á tað.
Ein partur av burturkastinum varð brent og gav dálkandi royk frá sær, meðan ein stórur partur endaði í havinum. Hóast burturkastið varð burtur úr fólksins eygum, so má metast, at ein stórur partur av burturkastinum er har enn – onkustaðni á havsins botni.

Hví er tað týdningarmikið at minka um dálking í Føroyum?

Tað hevur alstóran týdning, at tað støðugt verður arbeitt við at minka um dálking í Føroyum, tí plast verður funnið í bæði havhesti og fiski kring Føroyar, eins og tað er staðfest, at havbotnurin í føroysku firðunum er illa dálkaður.
Føroyingar gerast støðugt meira umhvørvistilvitaðir, eins og vit gerast betri til at skilja burturkasti og til at fara væl um náttúruna. Tað gongur rætta vegin í Føroyum, men enn er nakað eftir á mál og enn kann nógv gerast. Eins og í øðrum londum er ov nógv plast í náttúruni, sum lutvíst kemur frá okkum føroyingum, og eisini við havstreymum aðrastaðni frá.

Hvat ger IRF fyri at minka um dálking í Føroyum?

Hjá IRF taka vit okkum av øllum burturkasti í Føroyum (undantikið í Tórshavnar Kommunu). Vit taka okkum av at innsavna burturkast frá øllum stovnum, fyritøkum og privatum húsarhaldum. Síðan verður burturkastið víðari handfarið hjá okkum, har tað antin verður brent, tyrvt í mold á umhvørvisgóðkendum økjum ella sent til endurnýtslu. Alt tað burturkastið, sum kemur inn til okkara, verður burturbeint á umhvørvisligan rættan hátt og er sostatt við til at minka um dálking í Føroyum.
Tá IRF í dag brennur burturkastið, verður roykurin væl reinsaður, so hann ikki dálkar umhvørvið. Harumframt verður burturkastið við brenningini gjørt um til fjarhita. Fjarhitin er við til at minka um dálkingina í Føroyum, tí tá orkan frá brenning av burturkasti verður nýtt til fjarhitan, viðførir tað helvtina minni CO2 útláti samanborið við, um brent var við olju fyri at fáa hesa orkuna.

Sostatt minkar IRF um dálking í Føroyum við at:
– Burturbeina burturkastið við at brenna tað, so tað ikki endar í náttúruni
– Reinsa roykin frá brenningini, soleiðis at hann ikki dálkar umhvørvið
– Endurnýta hitan frá brenningini til fjarhita

Í 2017 komu 234.691 rúmmetur av burturkasti inn til IRF. Av hesum vórðu 30% endurnýtt. Á leið 70% vórðu brend, og hitin frá Brennistøðini verður endurnýttur sum fjarhiti (grøn orka).
Umframt at innsavna og burturbeina burturkast, arbeiðir IRF við at kunna føroyingar um týdningin av at lata burturkast til endurnýtslu, og um hvussu burturkast eigur at vera skilt. Vit arbeiða støðugt við at fáa meira og meira burturkast inn til endurnýtslu, heldur enn at brenna tað. Tað er óneyðugt at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið endurnýtt í einum nýggjum høpi.
Sostatt kann sigast, at virksemið hjá IRF (innsavning, burturbeining, kunning) er við til minka um dálking í Føroyum.

Hvussu kunnu øll í Føroyum vera við til at minka um dálking?

Vegurin fram er, at føroyingar læra at skilja meira burturkast til endurnýtslu, eins og at fyritøkur skulu hugsa um at framleiða tilfar á ein slíkan hátt, at tað lættari letur seg endurnýta. Tað er nógv tilfar, sum ikki ber til at endurnýta, orsakað av, hvussu tað er framleitt.
Umframt hetta kann sigast, at tað er neyðugt við politiskum átøkum. Í grannalondum okkara verður til dømis arbeitt við at banna søluna av einnýttisíløtum við tí fyri eyga at minka um umhvørvisdálking og at minka um nýtsluna av plasti.

Eitt gott ráð fyri at minka um dálking er:

1) Brúka minni (Reduce)
2) Góðir lutir, sum tú ikki hevur tørv á longur, kunnu latast til vælgerandi endamál (Reuse)
3) Lat burturkast til endurnýtslu (Recycle)

Harafturat er tað neyðugt, at vit øll fara væl um og í felag ansa eftir vøkru náttúru okkara. Í felag kunnu vit gera Føroyar grønar.

Hvussu minka vit um dálking í havumhvørvinum?

Eitt tað besta tiltakið at minka um dálkingina í havumhvørvinum við Føroyar er Spilloljuverkið, sum IRF rekur. Hetta er eitt landspolitiskt átak við tí endamáli at forða fyri, at olja frá skipum verður slept á sjógv eins og fyrr. Við Spilloljuverki okkara er møguligt at innsavna, reinsa og endurnýta hesa spilloljuna. Fyrr varð spillolja og oljudálkað vatn blakað á sjógv, men nú kunnu skip, ið sigla runt Føroyar, frítt sleppa av við hetta burturkastið hjá IRF.
Hettá átakið verður fíggjað á tann hátt, at hvørja ferð onkur í Føroyum keypir sær olju, tá fara nøkur oyru til at fíggja burturbeiningina av spillolju og oljudálkaðum vatni á ein umhvørvisvinarligan hátt.
Í 2017 tók IRF ímóti 4983 m3 av spillolju og oljudálkaðum vatni, harav 99% varð endurnýtt.
Spilloljan verður reinsað og seld til endurnýtslu, meðan oljudálkaða vatnið verður einsað og leitt út aftur á sjógv.

Hvussu stórar mongdir eru av plastburturkasti í Føroyum?

IRF tekur ímóti plasti til endurnýtslu frá kommunalum bingjuplássum og frá fyritøkum. Sí endurnýtsluhagtøl okkara her. Har sært tú, hvussu nógv tons av ymiskum plastburturkasti, IRF hevur tikið ímóti til endurnýtslu. Tølini eru fyri bleytt plast, hart plast, trol, net og einnýtisfløskur.
Umframt alt tað plastið, sum verður sent til endurnýtslu, verður plast eisini brent á Brennistøðini. Tað plastið, ið antin ikki verður skilt frá brenni-burturkastinum, og tað plastið, sum ikki letur seg endurnýta, verður brent. Hitin frá brenningini verður síðan endurnýttur sum fjarhiti.

Er plast ein vinur ella ein fíggindi?

Nógv verður tosað um plast í miðlunum og í almenna rúminum í hesum tíðum. Vit skulu tó ikki gloyma, at plast í roynd og veru er eitt sera haldgott, sterkt og fjølbroytt tilfar, ið verður nýtt í og til sera nógvar ymiskar vørur. Eitt nú verður plast verður nýtt til leikur, húsarhaldstól, elektronikk, kontaktlinsur, brillur, ítróttarklæðir og nógv annað. Størsti trupulleikin við plasti er, tá tað ikki verður burturbeint á rættan hátt og til dømis endar úti í náttúruni.

Hvussu ávirkar dálking djóralívið?

Niðurbrótingartíðir av burturkasti í náttúruni eru sera drúgvar, og eitt nú hevur náttúran sera trupult við at niðurbróta plast. Tá plast langt um leingi verður niðurbrotið, gerst tað mikroplast, men eingin veit í dag, hvat síðani hendir við mikroplastinum. Eingin veit, um mikroplastið verður niðurbrotið við tíðini og um so er, hvussu tað verður niðurbrotið av sól og aldum.
Nógv dømir eru tíanverri eisini um, at djór kunnu eta plast ella fløkjast upp í plastburturkastið, og koma illa fyri og doyggja av hesum. Eingin veit enn, hvørji langtíðarárin tað kann hava, at mikroplast verður etið av djórum og sostatt gerst partur av føðiketu okkara. Eingin veit, hvat árin tað hevur á fólk at eta mikroplast frá djórum í seg. Tað má tíðin vísa, men víst er, at tað ikki er heilsugott fyri nakran og vit eiga at gera alt fyri at minka um plastið í náttúruni.

Hvussu kunnu vit endurnýta plast?

IRF tekur ímóti hesum plastlutum til endurnýtslu: bleytt pakkiplast/vøruplast, stórsekkir, trol, nótir, gørn, aliringar og einnýtisfløskur. Alt hetta verður sent til endurnýtslu uttanlands, har tað verður gjørt til nýggjar vørur.
Fyri at kunna endurnýta plast krevst, at talan er um plast av sama slagi, sama liti og somu góðsku. Harumframt skal skulu mongdirnar vera reinar og hampuliga stórar.

Viðkomandi leinkjur

www.skraldeskolen.dk

www.affald.dk

www.holddanmarkrent.dk

Rapport: Danskeren smider 42 kg mad ud om året

God grund til at øge indsamlingen af brugte tekstiler