Í januar mánaða vóru 25 ár liðin, síðan Óli Ólason Olsen og Páll Lervig komu í starv hjá IRF. Óli arbeiðir við hagreiðing av serliga dálkandi burturkasti á Hagaleiti í Leirvík, og Páll arbeiðir í innsavningini í Suðuroy.
Í sambandi við starvsdagarnar skipaði IRF fyri móttøku í Leirvík og í Vági, har stjórin, Poul Andrias Joensen, ynskti teimum til lukku, handaði blómur og gávubrøv og ynskti framhaldandi gott samstarv.
Starvsfólkahópurin hjá IRF telur á leið 100 starvsfólk, og millum teirra teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Nevnd og leiðsla eru errin av hesum starvsfólkum, sum hvønn dag lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.