Bókin um avroð fær M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir

Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu, og Annika Kunoy Im, journalistur á Kvinnu, vórðu heiðraðar við M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir fyri bókina Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð. Kvinna gav bókina út í 2025 í samstarvi við IRF sum ein part av einum átaki, ið hevði til endamáls at endurvekja áhugan fyri avroðum sum matvøru.

Endamálið við verkætlanini hjá IRF hevur verið at arbeiða fyri at endurvekja áhugan hjá føroyingum fyri okkara næstan gloymdu matrávøru. Í kenda franska og italska køkinum verða avroð roknað sum ein delikatessa, og í Føroyum hava tey somuleiðis verið ein natúrligur partur av okkara matmentan.

Avroðini hava eisini stórt virði í sambandi við burðardygd, matvørusjálvbjargni og heilsu. Tey eru rík upp á protein, vitaminir og mineralir og kunnu tí vera ein týdningarmikil partur av eini meira burðardyggari gagnnýtslu av okkara egna tilfeingi.

Við bókini Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð hevur Kvinna saman við IRF sett fokus á hetta tilfeingið og víst á, hvussu avroð kunnu fáa eitt størri pláss í føroysku matmentanini aftur.

Myndin eigur Ólavur Frederiksen

Á myndini frá vinstru: Suffía Høj (HR leiðari, IRF), Annika Kunoy Im (Journalistur, Kvinna), Sigurð L. Lamhauge (Stjóri, IRF), Tóra Effersøe Mortensen (Blað-stjóri, Kvinna), Durita Toftegaard (Leiðari innsavning og reinsitænasta, IRF), Marta Brøndum Kallsoy (Samskiftis- og marknaðarfólk, IRF)