IRF hevur ognað sær tríggjar hjartastartarar, og í hesari vikuni eru øll starvsfólkini hjá IRF á skeiði á Sjónámi í Klaksvík at læra fyrstuhjálp og at brúka hjartastartara.
Teir tríggir hjartastartararnir eru á móttøkustøðini í Trøllavík í Suðuroy, á Verkstaðnum í Klaksvík og á Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík.
– Vit hava í eina tíð ynskt at fingið hjartastartarar og samstundis eisini førleikamenna okkara starvsfólk at duga fyrstuhjálp og at brúka hjartastartara. Tað er millum annað fyri tryggleikan á arbeiðsplássinum, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF.
Øll starvsfólkini hjá IRF fara á skift á fyrstuhjálparskeið og at læra at brúka hjartastartaran. Skeiðið er hesa vikuna á Sjónámi í Klaksvík. Tey fyrstu fara á skeið í dag, og tey seinastu fríggjadagin.