IRF fekk á sumri 2016 ISO 14001:2015 góðkenning av umhvørvisstýrisskipan okkara, sum fevnir um Spilloljuverkið og Serliga dálkandi burturkast.
Talan er um innheintan, viðgerð og sølu av reinsaðari spillolju umframt innheintan, viðgerð og burturbeining av serliga dálkandi burturkasti.
Í uppfylgjandi eftirliti hjá DNVGL í juni mánaði fekk IRF gott skoðsmál. IRF hevði einki frávik, og fekk hinvegin rós fyri m.a. tey fyribyrgjandi átøk, sum bilførararnir, ið heinta spillolju og serliga dálkandi burturkast, gera, til tess at forða fyri dálking og øðrum vandastøðum.
Tey fyribyrgjandi átøkini eru millum annað, at tær fyribyrgjandi mannagongdirnar, ið IRF hevur gjørt fyri at gera arbeiðið trygt, verða fylgdar, at starvsfólkið er tilvitað um vandastøður, og at tann rætta útgerðin verður nýtt til hetta arbeiði.
Vit hjá IRF eru væl nøgd við gongdina og meta tað jaligt, at vit yvirfyri okkara kundum kunnu vísa á hesa altjóða góðkenning, samstundis sum vit áhaldandi vilja veita tryggar og umhvørvisvinarligar tænastur.
Mynd:
Frá vinstru: Thorkil Johansen, eftirlitsmaður hjá DNVGL, Jan Simonsen, bilførari, sum koyrir við spillolju, og Adelbert Ellingsgaard, deildarleiðari í Reinsitænastuni og Endurnýtsluni hjá IRF.