Vegna hækkandi rakstrarkostnaðir, hækkar IRF prísirnar við uml. 5% stigum pr. 1. juni 2026.
Millum annað kann nevnast at:
- Smátt burturkast at brenna hækkar við 13 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 248 kr. pr. m³.
- Stórt burturkast at minka og brenna hækkar við 16 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 331 kr. pr. m³.
- Lívrunnið at brenna hækkar við 50 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er kr. 1.040 m³.
- Papp at endurvinna hækkar við 3 kr. pr. m³. Nýggjur prísur er 48 kr. pr. m³.
Allir prísir omanfyri eru uttan MVG.