Dagføring: Stuðulin til burturbeining av oljufýri helt uppat 1. januar 2024. Les meira á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.
Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar, sum eiga sethús ella sethúsaeind, fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir.
Neyðugt við váttan frá IRF
Fyri at fáa hendan stuðulin er m.a. neyðugt við einari váttan frá IRF um burturbeiningina av oljufýri og ketli. Fyri at fáa hesa váttanina má borgarin vera á staðnum við prentaðum og útfyltum umsóknarblaði í hondini, tá ið IRF kemur eftir oljufýrinum og ketlinum. Síðani kvittar starvsfólkið hjá IRF fyri burturbeiningina. Tað ber ikki til at senda umsóknina eftirfylgjandi til IRF at undirskriva.
Tá ið umsóknin er útfylt, skal borgarin senda hana til Umhvørvisstovuna, ið varðar av stuðulsskipanini.
Bílegg burturbeining av oljufýrsskipan
Fyri at bíleggja burturbeining av oljufýri og ketli, kann borgarin ringja til IRF á tlf. 41 42 43 gerandisdagar frá kl. 8-15.
Til ber eisini hjá borgaranum sjálvur at koma til IRF við oljufýri og ketli, men avtala hesum viðvíkjandi skal gerast frammanundan við at ringja til IRF.
GG: IRF heintar bert oljufýrsskipanir í limakommunum felagsins. Er talan um eina oljufýrsskipan í Tórshavnar kommunu, má borgarin seta seg í samband við KB.