IRF nýtt búmerki

IRF hevur í dag fingið nýtt búmerki. Nýggja búmerkið lýsir høvuðsendamálið hjá IRF, ið er at halda umhvørvið reint. Robert Gutke av Eiði gjørdist vinnari.

Á samkomu í Leirvík í dag fyri øllum starvsfólkunum hjá IRF varð nýggja búmerkið og nýggi samleikin hjá IRF avdúkaður.

Grønari profil
Tað var í fjør, at IRF skrivaði út kapping um at gera nýtt búmerki. Ynskiligt var at fáa eitt búmerki, sum á ein einfaldan hátt lýsir høvuðsendamálið hjá IRF, ið er at halda umhvørvið reint.

Við samleikaskiftinum ynskir IRF í framtíðini at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum nýggjum og grønari ringbúskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt, umhvørvinum at frama. IRF fer sostatt framyvir at hava ein grønari profil, og hetta er eisini tað, ið sæst aftur í búmerkinum.

Sóljan
Robert Gutke úr Týsklandi, men búsitandi á Eiði, vann kappingina. Hann hevur fingið handað eina virðisløn á 20.000 krónur fyri vinnandi búmerkið og í dag fekk hann eisini eitt blómutyssi.

Robert sigur soleiðis um búmerkið:
“Íblásturin til skapið er sóljan, sum ímyndar føroyska umhvørvið, sum IRF ynskir at verja. Tey fimm bløðini standa fyri tey nógvu ymsu evnini, sum IRF endurnýtir.
Í miðjuni er ein ringur, sum umboðar ta støðugu roynd at endurnýta evni á ein burðardyggan hátt, aftur og aftur.

Valið av stavsniði skal geva eina nýmótans og organiska útsjónd, ið peikar ímóti nýggja samleikanum, sum IRF ynskir at skapa.

Litirnir ímynda náttúruna. Blátt fyri luft, gult fyri sól, brúnt fyri jørð, turkis fyri vatn og grønt fyri gras.”

Nýggj IRF-klæðir
Starvsfólk hjá IRF hava nú fingið nýggj klæði við nýggja búmerkinum. Nýggja búmerkið er komið á fýra av bilunum hjá IRF, og tað kemur upp á restina av bilunum hjá IRF so við og við.

KREA hevur staðið fyri arbeiðinum viðvíkjandi samleikaskiftinum, og KREA hevur eisini gjørt nýggju heimasíðuna hjá IRF, ið eisini er almenn í dag.

Robert Gutke hevur gjørt nýggja búmerkið.

Øll starvsfólkini hjá IRF á samkomu í Leirvík í dag.

IRF-starvsfólk í nýggju klæðunum.

Ruskbilur við nýggja búmerkinum.

Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari í IRF, og Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF.

Árni Jacobsen, nevndarformaður í IRF og Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, avdúkaðu búmerkið.