Á Endurnýtsluni í Vestmanna verður sera nógv gjørt burturúr at endurnýta. Greinar, viðarbular, matleivdir, møblar, plattar, spillolja, káplar og nógv annað – ja, alt verður endurnýtt.
Undangongumaður við endurnýtslu í Vestmanna er Finnbogi Joensen, ið starvast sum umsjónarmaður í Vestmanna kommunu.
– Skaparverkið er undurfult, og tað er ikki meiningin, at alt, ið vit ikki nýta, skal brennast. Tað mesta kann nýtast umaftur á ein ella annan hátt. Vit eiga at hugsa grønt, og geva fólki umstøður at sleppa av við ting til endurnýtslu, sigur Finnbogi.
Áður æt tað bingjuplássið í Vestmanna, men nú hevur tað skift navn til Endurnýtslan. Orsøkin er einfalt, at venja fólk við at endurnýta sum mest.
Endurnýta greinar
Allar greinar, viðarbular, gras, mold og annað verður nýtt umaftur.
Greinar verða koyrdar í kvørnina at mala, og eftir stuttari løtu er ein posi fyltur, ið verður seldur bíliga fyri 20 ella 30 krónur – alt eftir um tað er grovari og betri tilfar ella ikki so grovt tilfar. Tilfarið verður brúkt at taða við millum trø í urtagørðum ella í almennum plássum, t.d. í Viðarlundini í Vestmanna.
– Hetta tilfarið er munandi bíligari enn líknandi danskt innflutt tilfar, ið ofta verður keypt í handlum. Og minst líka gott, sigur Finnbogi.
Eru tað størri viðarbular, verða teir sagaðir sundur til minni stykki, og fólk kunnu nýta teir til brenniovnin, eftir at teir eru turkaðir og hava ligið eitt ár.
Endurnýta matleivdir
Á Endurnýtsluni í Vestmanna eru kassar settir, har stovnar í kommununi kunnu lata matleivdir í. Hetta verður blandað við spønum av greinum, og maðkar verða latnir í, og hetta liggur so og rotnar í næstan eitt ár. Hetta er sokallað sankutøð (kompost).
– Vit fáa ta bestu moldina úr hesum, og hana brúka vit so aftur ymsastaðni í kommununi at fríðka um, sigur Finnbogi.
Endurnýta plattar
Eins og nógva aðrastaðni, so koma nógvir plattar inn til Endurnýtsluna í Vestmanna. Allir heilir plattar verða stáplaðir, og avtala er við eina fyritøku, ið fær hesar plattar at nýta. Einasta treyt er, at fyritøkan sjálv heintar plattarnar.
Dugni hevur eisini bingju á Endurnýtsluni, og har verða settir møblar, stólar, borð og aðrir lutir, ið eru góðir og heilir, og sum kunnu seljast umaftur.
Savna blikk til nýggjárið
Á Endurnýtsluni ber eisini til at lata inn spillolju í tangar og káplar og annað, ið fer til endurnýtslu.
Vestmenningar eru eisini raskir at gera nógv burturúr nýggjárinum, og gjøgnum árið savnar Endurnýtslan blikk inn, sum so verða sett upp og lýsa ymsastaðni í bygdini á nýggjárinum. Aftaná verður alt ruddað, og blikkini fara í bingjuna til jarn, sum so verður send uttanlands til endurnýtslu.
Papp og pappír verður eisini sent til endurnýtslu.
Í Vestmanna eru eisini bingjur, har fólk lata ymiskt inn, ið skal brenna, men av tí, at nógv verður gjørt við at endurnýta, so er ikki neyðugt at lata so nógv inn til brenning, sum tað verður gjørt aðrastaðni kring landið. Á hendan hátt sparir kommunan eisini pening.
Fólkið tilvitað um endurnýtslu
Fólk í Vestmanna eru røsk at skilja ruskið, og til dømis er tað í øllum stovnum í bygdini soleiðis, at børn og vaksin skilja ruskið í tríggjar kassar: pappír, matleivdir og tað, sum skal brennast.
Finnbogi hevur í nógv ár verið undangongumaður innan økið at endurnýta og ikki blaka burtur. Hann hevur havt fyrilestrar kring landið um hetta, og í Vestmanna verða bæði barnagarðsbørn og skúlabørn lærd upp í hesum at hugsa grønt.
– Í skúlanum verður rusk ikki blakað, men alt verður latið í teir kassar, har tað eigur at verða lagt í. Fólk sum heild her í Vestmanna eru eisini rættiliga tilvitað um at endurnýta, sigur Finnbogi.
Nýggjasta ætlanin hjá Endurnýtsluni er at fáa bingju frá Reyða Krossi, har til ber hjá fólki at lata inn góð brúkt klæði, sum so kunnu seljast bíliga víðari. Faldari verður sendur út í heyst við kunning um møguleikarnar at endurnýta.
Vit kunnu øll gera mun
– Tann jørðin, ið vit liva á, er undurfull, og alt er so væl skapað. Okkara uppgáva er at fara væl um, og ikki niðurbróta skaparverkið. Tað er okkara ábyrgd at verja jørðina, og vit kunnu øll gera mun við okkara íkasti, sigur Finnbogi Joensen.
IRF fegnast um, at Vestmanna kommuna hevur eina góða og sera væl skipaða endurnýtslu.
Les meira um, hvussu ein kommuna kann skipa sína endurnýtslu, við at trýsta á her.