Nú er tíðin, at summardekkini skulu av og vetrardekkini á. Týdningarmikið er at burturbeina tey gomlu, slitnu dekkini á rættan hátt.
Um felgan ikki kann brúkast aftur, lat hana til jarnendurnýtslu og dekkini til brenningar. Um neyðugt, fáið verkstaðið at taka gomlu dekkini av felgunum.
Tá ið jarnið verður latið til jarnendurnýtslu, fáa vit gagnnýtt tað umaftur í nýggjum vørum. Um jarnið verður brent í ovninum hjá IRF, fer tað fyri tað fyrsta illa við ovninum og harumframt fyri skeytið saman við øskuni, sum verður tyrvd.
Vit hava als ikki ráð til at lata gott tilfeingi, so sum jarn, fara fyri skeytið. Jarn er nevniliga ein mangulvøra. Granskarar vænta, at heldur altjóða nýtslan fram á verandi støði, so verður eftirspurningurin eftir ráðevnum so stórur í 2050, at tað skulu 2 ½ jørð til at nøkta tørvin.
IRF vil tí heita á øll, um at hjálpa okkum at verja umhvørvið og lata tómu felgurnar til jarnendurnýtslu.