IRF hevur júst almannakunngjørt sína visjón og missión á síni heimasíðu.
IRF hevur sett eina grøna kós fyri felagsskapin og byggir virksemi sítt á hugsjónina um ringbúskap. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum grønari búskapi, har alsamt minni verður brent og alsamt meira verður endurnýtt, umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Við útgangsstøði í hesum er visjón felagsins:
Vit gera Føroyar grønar
Henda visjónin vísir á grønu kósina, sum felagið støðugt arbeiðir fram ímóti.
Dagliga virksemi hjá IRF er sera umfatandi og fevnir um: Innsavning av húsarhaldsburturkasti, innsavning av vinnuburturkasti, endurnýtsluhøll, brennistøð, reinsitænastu, spilloljureinsiverk, handfaran av serliga dálkandi burturkasti, tyrvingarpláss, jarnendurnýtslu og bilendurnýtslu.
Víttfevnandi virksemi er vorðið savnað undir einum hugtaki, ið nú stendur sum missión felagsins, og sum lýsir dagliga virksemi hjá IRF:
Vit halda Føroyar reinar
Við at burturbeina alt tað, sum annars kundi dálkað Føroyar, heldur IRF Føroyar reinar. Hesa missión kunnu øll starvsfólkini hjá IRF savnast um og vera errin av.
Starvsfólkahópurin hjá IRF telur á leið 80 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. IRF er errin av sínum starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi. Hvar hevði alivinnan og ferðavinnan verið, um alt burturkastið enn fór fyri bakka?
IRF vil samstundis nýta høvið at takka starvsfólkum sínum fyri góða arbeiðið, sum tey gera, og ynskja bæði teimum eins og øllum føroyingum eitt gott og grønt summar.
Í felag gera vit Føroyar grønar.