IRF vil við hesum kunna um, at portur er komið á økið hjá IRF í Leirvík.
Vitjandi og viðskiftafólk skulu hereftir ringja uppá portur telefonina fyri at sleppa inn.
Bilar, sum skulu á Brennistøðina við burturkasti, skulu gera avtalu við IRF, áðrenn komið verður út á Brennistøðina. Hetta við at ringja 414243 millum 08.00-15.00 gerandisdagar.
Áðrenn portrið var tikið í nýtslu, gjørdi Magnus Olsen IRF tann heiður, at klippa reyða bandið og lata portrið upp av fyrsta sinni.