Nýggja Móttøkuhøllin á Hagaleiti í Leirvík er nú liðug og verður í løtuni royndarkoyrd.
Umframt at geva bæði IRF og vinnuni betri umstøður til at skilja burturkast frá til endurvinning, verður nýútbygda Brennistøðin og økta brenniorkan hjá IRF nú eisini fult gagnnýtt. Við nýggju høllini verður størsti parturin av burturkastmóttøkuni miðsavnaður á Hagaleiti, og hetta sparir nógva tíð og orku hjá IRF og hjá vinnukundum felagsins. Nýggja høllin gevur eisini IRF betri umstøður at skilja blandað burturkast, og á henda hátt kann ein størri partur fara til endurvinning heldur enn at verða brendur.
Burturkastið verður kvarnað
Í nýggju Móttøkuhøllini er ein brunnur, ið rúmar 450 m3. Í fyrstu atløgu verður timbur og tílíkt virkisburturkast latið í hendan brunnin. Alt burturkastið í hesum brunninum verður kvarnað, áðrenn tað fer víðari í køstin á Brennistøðini. Húsarhaldsburturkast og lívrunnið burturkast fer framhaldandi at verða latið beinleiðis í køstin á Brennistøðini.
Nýggja kvørnin verður mett at kvarna uml. 30 m3 av burturkasti um tíman. Kvarnað burturkast fyllir minni og er lættari at blanda við burturkastið í køstinum. Hetta gevur javnari og betri brenning, og Brennistøðin fær á henda hátt veitt eina støðugari og betri tænastu til borgarar og vinnu.
Ein magnet tekur jarnið burturúr
Áður hevur tað verið soleiðis, at alt ov nógv jarn er komið í køstin til brenningar. Jarn er virðismikið tilfeingi, sum eigur at verða endurvunnið, og harafturat fyllir jarn nógv í øskuni frá Brennistøðini, sum skal tyrvast. Kvørnin í Móttøkuhøllini er útgjørd við einari magnet, sum tekur alt jarnið úr burturkastinum, sum verður kvarnað. Á henda hátt verður jarnið nú sent til endurvinning heldur enn at verða tyrvt saman við øskuni. Hetta hevur eisini við sær, at nøgdirnar av øsku at tyrva fara at minka munandi.
Umhvørvisligir og rakstrarligir fyrimunir
Samanumtikið eru nógvir fyrimunir við nýggju Móttøkuhøllini:
- Vinnan fær betri møguleikar at skilja burturkastið
- Vinnan fær møguleika sjálv at koma við sínum burturkasti
- Vinnan sleppur at lata stórt brenniburturkast beinleiðis til IRF á Hagaleiti
- IRF fær betri umstøður at skilja blandað burturkast
- Alt burturkast verður viðgjørt innandura, soleiðis at einki fýkur í náttúruni
- Við kvarnaðum burturkasti fær Brennistøðin betri og javnari brenning
- Borgarar og vinna fáa betri og støðugari tænastu frá IRF
- Jarn og annað tilfeingi fæst burtur úr brenniburturkastinum til endurvinning
- Minni av jarnleivdum verður í øskuni frá Brennistøðini
Høllin fer á mangan hátt at broyta mannagongdirnar á føroyska burturkast- og endurnýtsluøkinum, og hon gevur nýggjar møguleikar fyri skiljing og viðgerð av burturkasti. Rakstrarligu og umhvørvisligu fyrimunirnir eru nógvir, og høllin er eitt stórt stig á grønu kós felagsins og landsins.