Í november varð skipað fyri kunningardøgum fyri starvsfólkum á kommunuskrivstovum í limakommununum hjá IRF.
Dagliga hava vit hjá IRF sera nógv samskifti og samstarv við kommunuskrivstovurnar, og endamálið við kunningardegnum var at greiða frá nýggju reglugerðini hjá IRF, og at umrøða hvussu vit kundu fáa greiðari og einfaldari mannagongdir millum kommunuskrivstovurnar og IRF.
Undirtøkan til kunningartiltakið var sera góð. Starvsfólk frá 15 limakommunum luttóku. Vit byrjaðu við framløgu í fundarhølinum, og síðani var rundvísing runt á Hagaleiti.
Tey vitjandi vóru sera glað fyri tiltakið. Fleiri teirra hava starvast í meira enn 20 ár hjá kommununum, men hava ongantíð áður verið á vitjan úti á Hagaleiti.
Ætlanin er, at hetta tiltakið skal vera eitt afturvendandi tiltak, møguliga annaðhvørt ár.