IRF hevur seinnu árini arbeitt við at endurnýta sum mest. Millum annað pappír, papp, glærplast og annað. Men tað er eisini nógv annað, ið verður sent til endurnýtslu.
Millum annað leidningar, batarí, teldur, fartelefonir, elektronikk, ljósrør, akkumulatorar, køliskáp, ávíst hart plastik, einnýtis plastfløskur, einnýtis metalíløt, frystiboksir, nótir og nógv annað.
Stórar nøgdir av jarni vórðu eisini útfluttar til endurnýtslu. Í 2016 varð nøgdin 2.258 tons.
Tá ið tað kemur til teldur, so hevur IRF samstarv við Dugna um at skilja sundur teldur, og so verða teir ymisku lutirnir sendir hvør sær til endurnýtslu.
Ymisk sløg av gomlum trolum og havtaskugørnum verða eisini útflutt til endurnýtslu.