Tað eru ikki nógv, sum kunnu hátíðarhalda ein 25 ára starvsdag sum 41 ára gomul. Men hjá Magnus Vatnhamar Olsen er hetta ein veruleiki. Í eina fjórðingsøld hevur hann verið ein trúgvur og virkin partur av starvsfólkahópinum hjá IRF, og hansara søga er ikki bara ein søga um eitt arbeiðslív. Tað er ein søga um møguleikar, samstarv, trúfesti og arbeiðsgleði.
Í sambandi við 25 ára starvsdagin varð fríggjadagin 23. oktober skipað fyri móttøku í Bovling í Leirvík, har familja, starvsfelagar, vinir og gestir komu saman at heiðra Magnus.
Løtan var merkt av røðum, sangi, gleði og takksemi. Stjórin, Sigurd Leifsson Lamhauge, helt røðu og handaði Magnusi eina serliga gávu, sum hann hevði ynskt sær leingið. Elin Vatnhamar Olsen, systir hansara, helt eina bæði stuttliga og hjartanemandi røðu um beiggja sín og tann týdning, sum IRF, og serliga Poul Samuelsen, hevur havt fyri Magnus.
Yrktur felagssangur og tónleikaframførsla hjá Steintóri Rasmussen skaptu ein hugnaligan karm um hátíðarløtuna. Eisini kom landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, framvið við gávu og helt eina røðu. Hon vísti á, at arbeiðslívið hjá Magnusi er eitt gott dømi um, hvat kann spyrjast burturúr, tá vit síggja møguleikar í hvørjum øðrum og skapa góðar karmar fyri menning. Tey 25 árini eru ikki bara ein søga um trúgva tænastu, men eisini um arbeiðsgleði, vinarløg og eitt arbeiðspláss, sum hevur givið rúm fyri, at eitt menniskja kann blóma. At enda helt Hermann Samuelsen eina røðu vegna abba sín, Poul Samuelsen, sum hevur verið starvsfelagi og góður vinur hjá Magnusi øll hesi árini.
Arbeiðslívið hjá Magnus
Søgan byrjaði, tá Magnus var liðugur við 7. flokk í Leirvíkar skúla. Mamma hansara, Eyðvør Vatnhamar, setti seg í samband við IRF um møguleikan fyri starvslæru í endurvinningarhøllini. Við stuðli frá familju, skúla, stuðlum og arbeiðsplássi varð skipað fyri einum samstarvi, sum skjótt vísti seg at rigga framúr væl. Starvslæran gjørdist til fast starv, og síðani hevur Magnus verið ein dyggur partur av starvsfólkahópinum.
Í sløk 23 ár arbeiddi Magnus í endurvinningarhøllini, har hann skilti plast, papp og pappír og hjálpti til at halda høllina reina og ruddiliga. Tá heilsan fór at bila, skifti hann til lættari uppgávur í køkinum og við reingerð.
Men Magnus er nógv meira enn tær uppgávur, hann røkir. Hann er ein fongur fyri IRF. Hann er kendur fyri sítt góða lyndi, sín humor og sín serliga førleika at herma eftir starvsfeløgum. Hann fær fólk at flenna, skipar fyri premiudansi til jólaborðhaldið og skapar gleði rundan um seg hvønn dag.
Hann hevur nógv vinfólk millum starvsfelagarnar, og nógv gleðast um at síggja hann hvønn dag. Serliga hevur vinarlagið við Poul Samuelsen, og seinastu árini eisini við Jóhannu Bjartalíð, verið sterkt.
Persónliga menningin hjá Magnusi hevur verið stór. Frá at vera ein friðarligur og smæðin drongur er hann vorðin ein ábyrgdarfullur og sjálvbjargin maður. Arbeiðið hevur givið honum ein innihaldsríkan og meiningsfullan gerandisdag, og hann hevur funnið sín leiklut í einum sterkum felagsskapi. Tað er júst hetta, sum arbeiðslívið eigur at snúgva seg um.
Hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum, Magnus Vatnhamar Olsen. Tú hevur sett djúp spor eftir teg hjá IRF og hjá teimum mongu fólkunum, sum hava gleðina av at arbeiða saman við tær dagliga.








