IRF veitir húsarhaldum ein reyðan posa, sum skal brúkast til serliga dálkandi burturkast, so sum battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir og kemikaliu. Tað er sera týdningarmikið at gera brúk av reyða posanum, soleiðis at serliga dálkandi burturkast ikki endar í ovninum á brennistøðini og dálkar umhvørvið, ella er til vanda fyri starvsfólk, sum handfara tað.
Størsti parturin av hesum burturkasti kann sendast til endurvinning, tí t.d. metal og glas kann nýtast aftur og aftur. Vandamikil evni verða brend á serútgjørdum brennistøðum uttanlands ella á annan hátt serviðgjørd, soleiðis at tey ikki dálka náttúruna.
Tá tú skalt lata reyða posa inn, setur tú hann við ruskstativið tann dagin, grái posi verður heintaður. So verður reyði posin tikin, og tú fært ein nýggjan í staðin. Eisini ber til at lata reyða posan inn á bingjuplássið.
Um tú ongan reyðan posa hevur, kanst tú boða IRF frá her, so fært tú ein reyðan posa, næstu ferð tín grái posi verður heintaður.
Hvat verður latið í reyða posan?
Reyði posin er til serliga dálkandi burturkast, sum t.d.
- øll battarí, ið verða brúkt í húsarhaldinum
- øll sløg av ljósperum og ljósrørum
- smærri elektroniskar lutir, so sum gamlar fartelefonir, ipads, løðarar, roykávararar og káplar
- øll kemikaliu frá húsarhaldinum, t.d. lút, sýru, loysingarevni og sápu
- allar spreydósir (fullar og tómar), sum t.d. hársprey og spreymáling
Tað er týdningarmikið at tryggja sær, at reyði posin stendur væl heima, soleiðis at onki brotnar í posanum, t.d. ljósperur. Skilagott er at leggja perur í eskju ella krukku. Battarí skulu altíð goymast í glaskrukku við metalloki á, so eldur ikki stendst av teimum. Lat kemikaliu vera í upprunaílatinum, men hevur tú stoytt hesi í annað ílat, skriva so á, hvat er í, so hetta kann handfarast rætt. Tryggja tær altíð, at íløtini eru tøtt.
Tá ið posin skal latast inn, skal bindast fyri posan, so einki fer úr.
Hvat hendir við burturkastinum í reyða posa?
Tað serliga dálkandi burturkastið, sum kemur til IRF í reyða posa, verður skilt, pakkað og sent av landinum. Ein partur verður sendur til endurvinning, men restin verður brend á serútgjørdum brennistøðum, ið brenna við serliga høgum hita. Á henda hátt verður tryggjað, at eingi dálkandi evni enda í náttúruni, samstundis sum hitin frá brenningini fer til fjarhita og elveiting.
Nýggjur filmur um reyða posa
IRF varpar nú ljós á endurvinning og skiljing við nøkrum stuttum lýsingarfilmum, sum eru framleiddir úr endurnýtslutilfari. Filmurin um reyða posa sæst her.