Hvørt ár í juni, juli og august mánaða er møguligt at koma í summarstarv hjá IRF. Hóast fleiri fara í feriu hesa tíðina, kemur nógv burturkast inn, sum IRF skal hagreiða á besta hátt. Hetta fáa vit tey ungu røsku fólkini at hjálpa okkum við, og tey lata væl at arbeiðinum.
Nøkur av ungu fólkunum, sum eru í summarstarvi í løtuni, eru Sunniva Leo, Rói Gøte, Mattias Jansson í Lambanum og Karin Gunnardóttir Berg. Tey arbeiða m.a. í endurvinningarhøllini og við uttandura viðlíkahaldi á Hagaleiti. Her standa tey saman við Poul Samuelsen og Heidi Jacobsen, sum leggja teimum lag á.
Nógv søkja summarstarv
Ymisk summarstørv eru hjá IRF bæði innan innsavning, skiljing, viðlíkahaldi og koyring. Suffía Høj, sum er HR-leiðari hjá IRF, sigur, at omanfyri 50 umsóknir komu inn í ár, so tað var torført at velja millum allar umsøkjararnar. ”Tað er gleðiligt, at so nógv søkja summarstarv og at fleiri søkja ár um ár. Vit vildu fegin givið fleiri møguleikan, men hesa ferð varð pláss til uml. 17 summarferiuavloysarar”, sigur Suffía. ”Vit royna at gera nógv burturúr at seta summarferiuavloysarar væl inn í uppgávurnar. Vit skipa m.a. fyri einum kunningardegi, tá ið tey byrja, so tey eru væl brynjaði til starvið og fáa eina breiða vitan um burturkastøkið og alt virksemið hjá IRF. Vit hava eina stóra uppgávu at fáa ung fólk at hugsa um burturkastøkið og umhvørvið sum heild, so tað er sera týdningarmikið at fáa ung fólk í summarstarv, og møguliga síggja vit tey aftur einaferð seinni, tá ið tey fara at søkja sær eitt heiltíðarstarv”.
Karin tekur sær her av at tøma hvítu posarnar við pappi og pappíri, sum koma inn í endurvinningarhøllina.
Mattias, Rói og Sunniva standa við skiljibandið og syrgja fyri, at burturkastbólkarnir, sum fara til endurvinning, eru so væl skildir sum gjørligt. Tey skilja m.a. papp, pappír, bleytt plast, plastfløskur, blikk og stórsekkir.