IRF hevur keypt tríggjar nýggjar bilar til at heinta vinnuburturkast. Talan er um eina dagføring í bilaparkini hjá IRF.
Bilarnir, sum eru av merkinum Volvo, eru ávikavist ein krókabilur, ein pressubilur til papp og ein bilur, sum bæði er krókabilur og pressubilur.
Nýggju bilarnir avloysa tríggjar eldri bilar, sum hava verið væl brúktir í ávikavist 10, 11 og 19 ár. Pappbilurin og krókabilurin eru trýakslaðir, meðan triði bilurin er fýraakslaður. Harumframt kann nevnast, at nýggi pappbilurin hevur serliga útgerð til at lyfta pappballur, og hetta kemur at lætta munandi um innsavningararbeiðið. Bilarnir eru annars sera framkomnir, bæði hvat viðvíkur trygdarskipan, økonomi og umhvørvi.
Bilaparkin regluliga endurnýggjað
Stórur partur av virkseminum hjá IRF er innsavning og flutningur av burturkasti, og IRF ger javnan íløgur í ymisk akfør. Akførini, sum dagliga hava nógv virksemi, krevja sjálvandi nógv viðlíkahald, og tørvur er eisini regluliga á at endurnýggja og keypa fleiri akfør.