Nú fáa fleiri húsarhald møguleika at skilja glas frá til endurvinning. Seinastu árini hava nógv spurt eftir hesum skiljimøguleikanum, og tí er tað gleðiligt, at hetta nú fer at bera til.
Glasið, ið verður skilt frá húsarhaldsburturkastinum, kann latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Enn er hetta ikki ein møguleiki á øllum kommunalum plássum. IRF mælir til, at borgarin spyr seg fyri á sínum lokala plássi.
Ein grønari hugburður
Føroyingar eru sum heild vorðnir alsamt meira umhvørvistilvitaðir, og bæði vinnan og borgarar spyrja eftir fleiri møguleikum at skilja burturkast.
Hugburðurin í føroysku kommununum er eisini nógv broyttur. Tá IRF bjóðaði út møguleika at fáa glasmóttøku á kommunalu plássini, vóru tað fleiri kommunur, sum alt fyri eitt meldaðu seg til nýggju skipanina.
Í vikuni verða glasmóttøkur settar upp hjá Eysturkommunu, Runavíkar kommunu, Vága kommunu, Hvannasund kommunu og Nes kommunu, og væntandi koma fleiri kommunur afturat í næstum.
Hvat glas kann latast til endurvinning?
Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast til inn endurvinning. Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni (Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu). Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.
Hvat glas kann ikki latast til endurvinning?
- Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
- Keramikkur (t.d. urtapottar)
- Eldføst føt
- Grýtulok úr glasi
- Ljósperur (Allar ljósperur skulu í reyða posan)
- Spegl
- Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
- Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á
Skiljing av húsarhaldsburturkast
Tá tað snýr seg um at skilja húsarhaldsruskið, vísir IRF til bæði hvíta og reyða posan.
Í hvíta posan kanst tú lata:
- Papp/pappír
- Tíðarrit og prentað bløð
- Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
- Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
- Brævbjálvar (við og uttan rút)
- Skógvaeskjur, papprullur, bøkur
Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan. Les meira um hvíta posan her.
Í reyða posan kanst tú lata:
- Ljósperur
- Battarí (skulu vera í afturlatnum ílati/krukku fyri seg í posanum)
- Máling
- Loysingarevni
- Sýra og lútur
- Spreydósir
- Leivdir av plantu- og djóraeitri
- Smærri elektroniskir lutir
- Serliga dálkandi burturkast annars
Tú kanst lesa meira um reyða posan her.