Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur verið á vitjan hjá IRF á Hagaleiti. Saman við Pól E. Egholm, Hilmari Høgenni og Høgna Iversen frá umhvørvismálaráðnum, vitjaði landsstýriskvinnan støðirnar á Hagaleiti í Leirvík.
Byrjað varð við einari framløgu um virksemið hjá IRF, har IRF greiddi frá um umhvørvispolitikkin hjá felagnum og um hvørjar ætlanir liggja fyri framman. IRF ynskir frameftir at senda meira av burturkastinum til endurvinning og hevur sett sær sum mál at endurvinna 50% av burturkastinum í 2030.
Á burturkastøkinum eru nógvar avbjóðingar, men eisini nógvir møguleikar til menning frameftir t.d. við endurvinning av matleivdum, skiljing av húsarhaldsburturkasti í fleiri bólkar og at fáa endurvunnið fleiri bólkar av vinnuburturkasti.
Fyri at fremja broytingar á burturkastøkinum er sera týdningarmikið við góðum samstarvi millum kommunala myndugleikan og landspolitisku skipanina. Neyðugt er eisini við tryggum rammum innan burturkastøkið, og IRF gleðist um, at umhvørvismálaráðið er í gongd við at gera eina nýggja kunngerð um burturkast, sum kann stuðla arbeiðinum frameftir.
IRF takkar Ingilín og umhvørvismálaráðnum fyri vitjanina.