Í dag hevur verið hátíðarløta á Hagaleiti fyri Petur Højgaard, ið hevur starvast á verkstaðnum hjá IRF í 25 ár. Petur byrjaði í starvi í 2001 og hevur seinastu árinini verið leiðari á verkstaðnum.
Starvsfelagar lýsa Petur sum sera arbeiðssaman og dugnaligan at finna loysnir. Familja, starvsfelagar og samstarvsfelagar hittust til ein góðan bita og stjórin, Sigurd L. Lamhuage, ynskti Peturi til lukku, handaði blómur og gávubræv og ynskti framhaldandi gott samstarv og blíðan byr.
IRF eigur av sonnum mong, ið hava starvast her í nógv ár. Vit kunnu øll vera errin av hesum starvsfólkum, sum hvønn dag lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.