Prísbroytingar hjá IRF pr. 1. apríl 2022

IRF tillagar nakrar av prísunum fyri burturbeining frá 1. apríl 2022 at rokna. Harumframt fer IRF at taka eitt koyrigjald á 15 kr. pr. m3 fyri burturkast frá virkjum og bingju- og endurnýtsluplássum, sum bilar hjá IRF koyra.

Broytingarnar pr. 1. apríl 2022 eru hesar:

  • Smátt burturkast at brenna hækkar við 5 kr. pr. m3. Nýggjur prísur 225 kr. pr. m3.
  • Stórt burturkast at brenna hækkar við 6 kr. pr. m3. Nýggjur prísur 286 kr. pr. m3.
  • Lívrunnið og háorka at brenna hækkar við 20 kr. pr. m3. Nýggjur prísur 944 kr. pr. m3.
  • Oljudálkað burturkast at brenna hækkar við 11 kr. pr. m3. Nýggjur prísur 511 kr. pr. m3.
  • Pappír og papp, væl skilt, lækkar við 10 kr. pr. m3. Nýggjur prísur 40,00 kr. pr. m3.
  • Pappír og papp, blandað, lækkar við 10 kr. pr. m3. Nýggjur prísur 85,00 kr. pr. m3.
  • Spillivatn, biltakstur virkir/stovnar, hækkar við 50 kr. pr. tíma. Nýggjur prísur 850 kr. pr. tíma.
  • Rottangi, biltakstur virkir/stovnar, hækkar við 50 kr. pr. tíma. Nýggjur prísur 650 kr. pr. tíma.
  • Spillivatn/rottangi, eykagjald yvirtíð, hækkar við 50 kr. pr. tíma. Nýggjur prísur 250 kr. pr. tíma.

Harumframt verður eitt koyrigjald ásett á kr. 15,00 pr. m3 fyri brenniburturkast, pappír/papp, plast, mat- og frituruolju, jarn/metal, dekk og tyrviburturkast. Nýggja koyrigjaldið er galdandi fyri burturkast frá virkjum og bingju- og endurnýtsluplássum, sum bilar hjá IRF koyra, og er eisini galdandi frá 1. apríl 2022.