Privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á heimasíðuna, og hvat hetta verður brúkt til.
DÁTUEFTIRLIT
Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er:
IRF – V-tal: 353477 og er adressan:
Víkarvegur 107
FO-520 Leirvík
Teldupostur: irf@irf.fo
Heimasíða: www.irf.fo
TÍNI RÆTTINDI
Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á irf@irf.fo.
Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
SPURNINGAR?
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á 414243 ella á irf@irf.fo.
DAGFØRINGAR
Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 19. januar 2021.